Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

6. fundur

Hósdagur 11. januar 2001

kl. 14.00

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Signar á Brúnni, næstformaður var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen


Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 5. fundi 04.01.2001 var góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 21/2000:Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini
    Málið varð umrøtt.

  3. Løgtingsmál nr. 45/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
    Á fund um málið klokkan 14.20 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður saman við Rúna Joensen, deildarstjóra. Teir fóru av fundi 15.30.
    Avtalað varð við landsstýrismannin, at hann alt fyri eitt tekur upp samband við sorinskrivaran við tí í hyggju at fáa tinglýsingarskipanina tøka hjá einum og hvørjum á internetinum soleiðis, at hon gerst lóglig sbr. § 50 c, stk. 1, í tinglýsingarlógini, og uttan at gjalda annan kostnað enn tann, sum er ásettur sbr. løgtingslóg nr. 76 frá 17.05.1994 um tinglýsingargjøld v.m. Somuleiðis varð avtalað, at landsstýrismaðurin letur serfrøðingar gera eitt notat um, hvørjir møguleikar eru at gera kontantgjaldskipanir fyri gjøld v.m., tá ið hugt verður um internetið eftir tinglýsingini.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 18. januar 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 6. fundi 11.01.2001
  2. Løgtingsmál nr. 45/2000:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.
  3. Løgtingsmál nr.21/2000: Uppskot til samtyktar um frágreiðing frá § 19 nevndini um 80-árini

  

Fundur lokin kl. 15.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari