Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

3. fundur

Hósdagur 19. oktober 2000

kl. 13.00

Á fundi vóru:
Signar á Brúnni, næstformaður
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Sámal Petur í Grund, formaður og Hergeir Nielsen vóru ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabøkurnar frá 1. og 2. fundi ávikavist 26. og 28.09.2000 vórðu góðkendar.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av § 2 Løgmansfyrisitingin v.m.: Kommunal viðurskifti § 10 Sjálvstýrismál: Lógarmál
    Málið varð umrøtt. Nevndarlimirnir fingu útflýggjað Roknskapar- og játtanaryvirlit 2000 fram til ultimo september 2000.


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 26. oktober 2000, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 3. fundi 19.10.2000
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av § 2 Løgmansfyrisitingin v.m.: Kommunal viðurskifti § 10 Sjálvstýrismál: Lógarmál.

  

Fundur lokin kl. 14.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari