Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2000

1. fundur

Týsdagur 26. september 2000

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Sámal Petur í Grund, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Eyðun Viderø var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 18. fundi 1. mai 2000 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 5/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
    Á fund komu kl. 10.40 Leivur Hansen, býráðsformaður og Jens Marius Poulsen, kommunuskrivari. Teir fóru av fundi klokkan 11.00.

    Klokkan 11.10 kom løgmaður á fund saman við Hilmar Høgenni, fultrúa. Teir fóru av fundi 11.50


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 28. september 2000, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 1. fundi 26. september 2000
  2. Løgtingsmál nr. 5/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

  

Fundur lokin kl. 12.05

Sjúrður Rasmussen
skrivari