Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

8. fundur

Hósdagur 3. apríl 2003

kl. 8.30

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:

Sjúrður Rasmussen

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 7. fundi 27.03.2003 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Klokkan 8.50 kom Petur Holm, stjóri, á fund vegna Kaupthing. Hann fór av fundi kl. 9.05
    Klokkan 9.15 komu á fund vegna Tryggingarfelagið Føroyar Gunnar í Liða, stjóri, Mortan Poulsen, varastjóri, og Jónsvein Simonsen, deildarleiðari. Teir fóru av fundi kl. 9.40
    Klokkan 9.45 kom Tummas Eliassen, stjóri, á fund vegna tryggingarfelagið Lív. Hann fór av fundi kl. 10.05.
    Klokkan 10.35 kom Bergur í Garði, postverksstjóri, á fund saman við Andriasi Ziska, deildarleiðara. Teir fóru av fundi kl. 10.55.
    Klokkan 11.10 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við fultrúunum Eyðbjørn Larsen, Ingunn Eiriksdóttir, Katrinu Mariu Johannesen og Meinhard Eliassen.

  3. Løgtingsmál nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
    Málið varð umrøtt. Landsstýrismaðurin v/ fylgi, tó uttan síðstnevnda, var framvegis á fundi. Tey fóru av fundi kl. 12.45.

  4. Løgtingsmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn
    Málið varð umrøtt. Skrivarin fær greiði á, hvørt uppskotsetarin tekur uppskotið aftur.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 10. apríl 2003, kl. 10.00 á gl. apoteki, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 8. fundi 3. apríl 2003.
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
  3. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

Klokkan 10.30 kemur Jóan Eyðfinnur Olsen á fund
Klokkan 11.00 koma umboð fyri Dátueftirlitið á fund

 

Fundur lokin kl. 12.55

Sjúrður Rasmussen
skrivari