Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

7. fundur

Hósdagur 27. mars  2003

kl. 8.30

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 6. fundi 20.03.2003

  2. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
    Klokkan 8.45 komu, umboðandi felagið peningastovnar og P/f Elektron, Jørn Astrup Hansen, Bjarni Olsen og Niels Christian Nolsøe. Teir fóru av fundi kl. 9.45.

    Klokkan 9.55 komu á fund, umboðandi KT-felagið, Ólavur Ellefsen og Michael Thomsen. Teir fóru av fundi kl. 10.25.

 

Tikið av skrá: Løgtingsmál nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin) og løgtingsmál nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 3. apríl 2003, kl. 8.30 í fíggjarnevndarhølunum á gl. apoteki, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 7. fundi 27.03.2003.
  2. Løgtingsmál nr. 108/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum
  3. Løgtingsmál nr. 102/2002: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri (kommunustýrislógin)
  4. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 72/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av rættinum til likamliga at revsa børn

 

Klokkan 8.45 koma umboð fyri Kaupthing á fund um pkt. 2.
Klokkan 9.15 koma umboð fyri Føroya Lívstrygging á fund um pkt. 2.
Klokkan 9.45 koma umboð fyri Tryggingarfelagið Føroyar á fund um pkt. 2.
Klokkan 10.30 koma umboð fyri Postverk Føroya á fund um pkt. 2.
Klokkan 11.00 kemur landsstýrismaðurin í lógamálum á fund um pkt. 2 og 3.

 

Fundur lokin kl. 10.30

Sjúrður Rasmussen
skrivari