Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

1. fundur

Hósdagur 17. oktober  2002

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Kristian Magnussen, næstformaður
Bárður Nielsen
Heðin Mortensen
Niklái Petersen
Poul Michelsen

Jógvan Arge var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 13. fundi 13.06.2002 varð góðkend.

  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
    Rættarnevndin gjørdi av at seta løgmanni og landsstýrismanninum í lógamálum teir spurningar sum framganga av nevndarskjali D.c.
    Svarfrestin er sett til týsdagin 22.10.2002.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 24.10.2002, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 1. fundi 17.10.2002
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini

 

Fundur lokin kl. 11.35

Sjúrður Rasmussen
skrivari