Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

15. fundur

Týsdagur 1. apríl   2003

kl. 10.10

Á fundi vóru:

Jógvan Arge, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Finnur Helmsdal
Katrin Dahl Jakobsen
Jákup Mikkelsen og
Kári P. Højgaard

Andrias Petersen var ikki á fundi

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 14. fundi 25.03.2003 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.
    Klokkan 10.15 komu á fund, umboðandi Leikarafelag Føroya/ Grímu, Eyðun Johannessen, Hans Tórgarð, Kristina Hansen, Páll Danielsen og Jenny C. Petersen. Tey fóru av fundi kl. 10.35.
    Klokkan 10.40 komu á fund, umboðandi Meginfelag áhugaleikara Føroya, Hilmar Joensen, Birita Krossteig, Birita Mohr og Malan Matras Joensen. Tey fóru av fundi kl. 11.10.
    Klokkan 11.15 komu á fund, umboðandi Leikpall Føroya Laura Joensen, Niels Nattestad, Árni Joensen, Jacobina Heinesen, Hjørdis Trónd, Jógvan E. Ósá og Malan Johannesen. Tey fóru av fundi kl. 11.35.
    Klokkan 11.40 komu á fund umboðandi Listasamband Føroya, Oddfríður Rasmussen og Jenny C. Petersen.
    Klokkan 11.55 kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, á fund saman við Mariu Húsgarð og Jóan Petur Hentze. Tey fóru av fundi kl. 12.10.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 8. apríl 2003, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 93/2002: Uppskot til løgtingslóg um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m.
  3. Løgtingsmál nr. 80/2002: Uppskot til løgtingslóg um skúlatilboð til ung við breki
  4. Løgtingsmál nr. 86/2002: Uppskot til løgtingslóg um landskassaveiting til yrkisútbúgvingarskúlar í Havn

 

Fundur lokin kl. 12.15.

 

Sjúrður Rasmussen

skrivari