Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

11. fundur

Mikudagur 8.  januar  2003

kl. 10.00

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Jógvan Arge
Katrin Dahl Jakobsen og
Jákup Mikkelsen

Andrias Petersen og
Kári P. Højgaard vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 10. fundi 16.12.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 38/2002: Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
    Klokkan 10.15 komu landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Annlis Bjarkmar saman við umboðum fyri umsitingina í Mentamálaráðnum, Løgmálaráðnum og Heilsumálaráðnum sum vóru Rúni Joensen, aðalstjóri, Jóhanna Arge, fultrúi, Petur Petersen, aðalstjóri, Poul Nolsøe, fultrúi, og Helle Rosenvold Andersen, fultrúi. Tey fóru av fundi 10.45.

    Avgjørt varð, at skrivarin ger uppskot til álit.

 Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur.

  

Fundur lokin kl. 12.05

Sjúrður Rasmussen
skrivari