Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2002

5. fundur

Týsdagur 26. november   2002

kl. 10.00

Á fundi vóru:

Annita á Fríðriksmørk, formaður
Heðin Mortensen, næstformaður
Jógvan Arge
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Jákup Mikkelsen
Kári P. Højgaard

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

 

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 4. fundi 22.10.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Málið varð umrøtt. Avgjørt varð at heita á skúlastjórarnar á Tekniska skúla í Havn og í Klaksvík um at koma á fund við nevndina um uppskotið.

 

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin hin 3. desember 2002, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 5. fundi 26.11.2002
  2. Løgtingsmál nr. 23/2002: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    Kl. 10.15 koma Rúni Heinesen og Egon Øregaard á fund vegna Teknisku skúlarnar. 

Fundur lokin kl. 11.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari