Gerðabók útnorðurráðið fyri tingsetuna 2001

2. fundur

Hósdagur 21. februar 2002

kl. 15.00

 

Ár 2002, hósdagin hin 21. februar, kl. 15.00, var fundur í útnorðurnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan Durhuus, formaður
Lisbeth L. Petersen, næstformaður
Eyðun Viderø
Henrik Old
Kári P. Højgaard
Jenis av Rana

Skrivari:
Høgni Joensen

Til viðgerðar:

  1. Samstarvsavtala
    Uppskot til samstarvsavtalu, ið komin var úr Íslandi, varð umrødd.

  2. Dómsnevnd til Barna- og ungdómsvirðisløn
    Trý nøvn vóru í uppskoti. Avgjørt varð at taka málið uppaftur á komandi fundi.

  3. Evnisdagur – samferðsla
    Heitt varð á skrivaran um at taka upp samband við Vinnumálastýrið fyri at fáa føroyska partin upp á pláss.

  4. Ráðstevna fyri kvinnuligar tinglimir
    Skrivarin kunnaði um arbeiðið, ið er farið fram.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 22. februar 2002, kl. 9.30 við hesi skrá:

  1. Samstarvsavtalan
  2. Dómsnevndin

Fundur lokin kl. 16.00

Høgni Joensen
skrivari