Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

9. fundur

Hósdagur 7. mars 2002

kl. 10.30

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 8. fundi 28.02.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Klokkan 10.45 komu Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Eyðbjørn Larsen, fultrúi, og navnanevndarlimirnir Anfinnur Johansen og Anna Brimnes á fund. Drúgv umrøða var av uppskotinum, serliga teim broytingaruppskotum, sum rættarnevndin hevði umhugsað. Tey fóru av fundi kl. 12.20.

    Avgjørt varð at skriva álit í málinum á komandi fundi. Nevndarlimirnir verða bidnir um at handa skrivaranum sítt íkast til álit áðrenn fundin.

  3. Løgtingsmál nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
    Nevndarformaðurin segði, at til viðgerðina var umráðandi at fáa svar frá landsstýrinum um, hvørt tað verður hildið skilagott at gera broyting í løgtingsvallógaruppskotinum soleiðis, at ikki er neyðugt at hava opið allan dagin á minni plássum, og at smápláss varðveita valstaðin, men at almannakunngerðingin fer fram saman við einum størri plássi soleiðis, at anonymiteturin verður varðveittur.

    Nevndarskrivarin skuldi minna skrivliga á málið og royna at fáa svar fyri komandi nevndarfund.

Tikið av skrá: Løgtingsmál nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger".


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin hin 8. mars 2002, kl. 9.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 9. fundi 07.03.2002.
  2. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
  3. Viðgerð av uppskoti til álit í løgtingsmáli nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.
  4. Løgtingsmál nr. 32/2002: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"
  5. Løgtingsmál nr. 71/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um endurgjaldsábyrgd

 

Fundur lokin kl. 12.40.

Sjúrður Rasmussen
skrivari