Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

8. fundur

Hósdagur 28. februar 2002

kl. 11.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen og
Hans Pauli Strøm

Alfred Olsen var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 7. fundi 21.02.2002 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
    Á fund um málið kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, saman við Hilmar Høgenni, deildarstjóra. Nevndarformaðurin boðaði frá, at ætlanin ikki var at umrøða hetta mál á hesum fundinum, men á komandi fundi. Kortini var málið stutt umrøtt.

  3. Løgtingsmál nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og Eyðbjørn Larsen, fultrúi, vóru á fundi um málið.

    Drúgv umrøða var av uppskotinum.


Tikið av skrá:

Løgtingsmál nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger'"


Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 7. mars 2002, kl. 10.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 8. fundi 28.02.2002.
  2. Løgtingsmál nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
  3. Klokkan 10.45 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður á fund saman við nevndini, sum sett varð í oktober 1999 at endurskoða navnalóggávuna, og navnanevndini.

  4. Løgtingsmál nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting
  5. Løgtingsmál nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger'"

 

Fundur lokin kl. 12.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari