Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

7. fundur

Hósdagur 21. februar 2002

kl. 10.40

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabókum
  2. Gerðabøkurnar frá 5. fundi 29.11.2001 og 6. fundi 06.12.2001 vóru góðkendar.

  3. Løgtingsmál nr. 13/2001:   Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Nevndin umrøddi eitt uppskot frá formanninum til álit.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 28. februar 2002, kl. 10.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Løgtingsmál nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn.
  3. Løgtingsmál nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"
  4. Løgtingsmál nr. 63/2001: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting.

 

Fundur lokin kl. 12.15

Sjúrður Rasmussen
skrivari