Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

6. fundur

Hósdagur 6. desember  2001

kl. 10.30

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Hans Pauli Strøm
Eilif Samuelsen (f. Alfred Olsen)
Rúna Sivertsen var ikki á fundi

Skrivari:
Signar á Brúnni

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Útsett til næsta fund.

  2. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Á fundi møtti navnanevndin. Limirnir vóru: Arnfinn Johansen, Anna Brimnes og Jónsvein Bech. Eyðbjørn Larsen, fulltrúi, ið eisini var á fundi, umboðaði landsstýrismannin í lógamálum.
    Limirnir í rættarnevndini settu navnanevndini spurningar, ið vórðu svaraðir og umrøddir.
    Vegna navnanevndina gjørdi Arnfinn Johansen vart við, at tíðindini um, at navnanevndin hevði givið undantøk í 68 førum til nøvn, vóru rong. 68 nøvn vóru givin – ikki sum undantøk – men vóru ikki sett á navnalistan. Rættarnevndin tók hetta til eftirtektar, og verður tað rættað.

  3. Lm.nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"
    Útsett til næsta fund.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 13. desember 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Lm.nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"

 Fundur lokin kl. 12.00

Signar á Brúnni
skrivari