Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

5. fundur

Hósdagur 29. november 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Ptersen (f. Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 4. fundi 15.11.2001 varð góðkend við teirri viðmerking, at undir pkt. 3 verður skotið uppí:
    "Skriv frá ríkisumboðnum 8.11.2001 um, at umboð fyri ríkismyndugleikarnar ikki kunnu koma á fund um málið, var upplisið. Nevndin samtykti ikki at gera nakað við skrivið."

  3. Lm.nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje"
  4. Á fund komu Hans Trygvi Teirin og Jógvan Páll Lassen, advokatar, umboðandi Advokatfelag Føroya. Síðan kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við Rúna Joensen, deildarstjóra á lógadeildini.

    Nevndin undirskrivaði álit í málinum.

  5. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
  6. Uppskotið varð umrøtt. Nevndin samtykti at heita á landsstýrismannin um at koma á fund í rættarnevndini saman við navnanevndini sbr. § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 142 frá 08.10.1992 um fólkanøvn. Serliga ynskir rættarnevndin á hesum fundi at fáa upplýsing um, hvønn arbeiðshátt navnanevndin ætlar at brúka, tá ið hon skal avgera sbr. uppskotinum § 2 stk. 2, hvat er samljóðandi føroyskum málreglum.

  7. Lm.nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"
  8. Ein samd nevnd tók undir við, at málið varð sett á skrá. Upplýst varð, at landsstýrismaðurin undir 1. viðgerð av uppskotinum hevði upplýst, at hann hjá ríkismyndugleikunum hevði spurt seg fyri, hvørt ríkismyndugleikarnir vildu virka fyri, at tað við serligari ríkislóg fyri Føroyar varð ásett, at reglurnar í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum eisini vóru galdandi fyri ríkismyndugleikarnar í Føroyum, evt. við tillagingum. Hesum tanka høvdu ríkismyndugleikarnir tó víst frá sær. Nevndin samtykti at heita á landsstýrismanninum um at útvega nevndini skrivliga grundgeving ríkismyndugleikanna fyri ikki at seta í gildi slíka skipan.

    Somuleiðis samtykti nevndin at heita á landsstýrismannin um frá løgmálaráðnum at fáa skrivligar tekniskar viðmerkingar til uppskotið til kongliga fyriskipan um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger'" (Skjal 1 málsins).

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 6. desember 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 5. fundi 29.11.2001.
  2. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn

Klokkan 10.15 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við navnavendini sbr. § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 142 frá 08.10.1992 um fólkanøvn.

  1. Lm.nr. 32/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om behandling af personoplysninger"

 

Fundur lokin kl. 12.10.

 

Sjúrður Rasmussen

skrivari