Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

4. fundur

Hósdagur 15. november 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Hans Pauli Strøm
Rúna Sivertsen og Alfred Olsen vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 3. fundi 08.11.2001 varð góðkend.

  3. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
  4. Klokkan 10.35 kom kom Høgni Hoydal, landsstýrismaður, á fund saman við nevndini, sum sett var í november 1999 at endurskoða navnalóggávuna, Eyðbjørn Larsen, Anfinni Johansen, Onnu Brimnes, Jákupi Nielsen og Sørini Pram Sørensen. Tey fóru av fundi kl.12.10.

    Nevndin samtykti at boðsenda navnanevndini, sbr. § 15, stk. 1 í løgtingslóg nr. 142 frá 08.10.1992 um fólkanøvn, á komandi fund saman við landsstýrismanninum.

  5. Lm.nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje"
    Nevndin samtykti at biðja umboð fyri Advokatfelag Føroya og landsstýrismannin um at koma á fund.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 29. november 2001, kl. 9.30, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 4. fundi 15.11.2001.
  2. Lm.nr. 12/2001: Uppsk. t. ríkisl.tilm. um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændr. af lov for Færøerne om rettens pleje"
  3. Klokkan 9.45 Umboð fyri Føroya Advokatfelag koma á fund

    Klokkan 10.15 Høgni Hoydal, landsstýrismaður kemur á fund

  4. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn

 

 Fundur lokin kl. 12.20

Sjúrður Rasmussen
skrivari