Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

3. fundur

Hósdagur 8. november 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 2. fundi 25.10.2001 varð góðkend.

  3. Lm.nr. 11/2001: Uppsk. t. samt. um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi
  4. Álit varð undirskrivað í málinum.

  5. Lm.nr. 12/2001: Uppsk. t. ríkisl.tilm. um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændr. af lov for Færøerne om rettens pleje"
  6. Nevndin samtykti at spyrja ríkisumboðið, nær tað liggur fyri hjá serfrøðingi at koma á fund við nevndini, so sum umbiðið á nevndarfundi 25.10.2001.

  7. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
  8. Nevndin samtykti at útvega sær ein dagførdan lista við teim viðurkendu nøvnunum sbr. § 1, stk. 3 í navnalóggávuni og ein lista við øllum teimum nøvnum, sum hava fingið undantaksloyvi, síðan lógin fekk gildi, og ikki eru sett á navnalistan.

    Somuleiðis samtykti nevndin at heita á nevndina, sum sett var í november 1999 at endurskoða navnalóggávuna, um at koma á fund við nevndina saman við Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

  9. Lm.nr. 14/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógini
  10. Álit varð undirskrivað í málinum.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 15. november 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðenning av gerðabók frá 08.11.2001
  2. Lm.nr. 13/2001: Uppskot til løgtingslóg um fólkanøvn
    Klokkan 10.15 kemur Høgni Hoydal, landsstýrismaður á fund saman við nevndini, hann setti í november 1999 at endurskoða navnalóggávuna.
  3. Lm. nr. 12/2001: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje"

 

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari