Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

2. fundur

Hósdagur 25. oktober 2001

kl. 10.00

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Hans Pauli Strøm
Alfred Olsen
Signar á Brúnni, næstformaður, Eyðun Viderø og Rúna Sivertsen vóru ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gerðabókin frá 1. fundi 18.10.2001 varð góðkend.

  3. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
  4. Ummæli varð undirskrivað.

  5. Lm.nr. 11/2001: Uppsk. t. samt. um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi
  6. Nevndin umrøddi málið. Samtykt varð at heita á landsstýrismannin í almannamálum um at greiða nevndini frá, í hvønn mun, og hvussu tey viðurskifti, sum eru nevnd í uppskotinum, eru umrødd í sambandi við arbeiðið at gera nýggja barnaforsorgarlóg, og nær uppskot til nýggja barnaforsorgarlóg kann væntast lagt fyri Løgtingið. Sama spurning varð eisini samtykt at seta Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í sambandi við arbeiðið at dagføra familjurættarligu lógirnar og rættargangslógina.

  7. Lm.nr. 12/2001: Uppsk. t. ríkisl.tilm. um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændr. af lov for Færøerne om rettens pleje
    Nevndin samtykti at heita á ríkisumboðið um at bera so í bandi, at serfrøðingur á økinum kemur at greiða nevndini frá uppskotinum og svara spurningum hesum viðvíkjandi.

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur ásettur

Fundur lokin kl. 11.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari