Gerðabók Rættarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

1. fundur

Hósdagur 18. oktober 2001

kl. 10.00

Ár 2001, hósdagin hin 18. oktober, kl. 10.00, var fundur í rættarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Helena Dam á Neystabø, formaður
Signar á Brúnni, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk (f. Hergeir Nielsen)
Eyðun Viderø
Rúna Sivertsen
Hans Pauli Strøm
Lisbeth L. Petersen (f. Alfred Olsen)

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 15. fundi 23. apríl 2001 varð góðkend
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini síða 49-55 og 371-379.
    Nevndin gjøgnumgekk hesar konti, og gjørdi av at seta landsstýrismanninum teir spurningar, sum framganga av nevndarskjalinum Dg.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin hin 25. oktober 2001, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 1. fundi 18.10.2001
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá rættarnevndini
    Pkt. 3 og 4 eru sett á skrá 19. oktober 2001
  3. Lm.nr. 11/2001: Uppsk. t. samt. um barnavernd, rættartrygd og mannarættindi
  4. Lm.nr. 12/2001: Uppsk. t. ríkisl.tilm. um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændr. af lov for Færøerne om rettens pleje"

Fundur lokin kl. 11.40

Sjúrður Rasmussen
skrivari