Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

6. fundur

Mikudagur 6. mars  2002

kl. 9.45

Á fundi vóru:

Jógvan á Lakjuni, formaður
Katrin Dahl Jakobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen
Heðin Mortensen
Jenis av Rana

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 5. fundi 05.12.2001 varð góðkend.

  2. Løgtingsmál nr. 60/2001: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslóg um kringvarp
    Klokkan 10.00 komu Tróndur Joensen frá Sjónbandi og Ingi Joensen frá Grafik Studio á fund. Teir fóru av fundi klokkan 10.30.
    Klokkan 10.30 komu Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, og Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, á fund. Teir fóru av fundi klokkan 11.05.
    Klokkan 11.15 kom Óli Holm landsstýrismaður, á fund saman við fultrúunum Bjarna Wilhelm, Kára D. Petersen og Hans Andreas Dam Joensen. Teir fóru av fundi klokkan 11.50.

  3. Løgtingsmál nr. 55/2001: Uppskot til løgtingslóg um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað
    Málið varð umrøtt saman við landsstýrismanninum. Avgjørt var, at skrivarin ger eitt uppskot til álit, sum hann letur nevndarformanninum.

Næsti fundur:
Eingin komandi fundur varð ásettur.

 

Fundur lokin kl. 12.10

Sjúrður Rasmussen
skrivari