Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

3. fundur

Mikudagur 24. oktober  2001

kl. 9.15

Ár 2001, mikudagin hin 24.10, kl. 9.15, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Katrin Dahl Jakobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen og
Jenis av Rana
Heðin Mortensen var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

1. Góðkenning av gerðabók
Gerðabókin frá 2. fundi 17.10.2001 varð góðkend

2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá mentannarnevndini
Nevndin fekk útflýggjað skriv frá felagnum Hoyrnini, dagfest 23.10.2001, viðvíkjandi viðurskiftunum hjá teim deyvu á uppskotinum til fíggjarløgtingslóg 2002.
Nevndin gjøgnumgekk síðu 225-277 á umrødda øki í fíggjarlógaruppskotinum og setti fram teir spurningar til Mentamálastýrið, sum framganga av nevndarskjali C.f.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin hin 26. oktober 2001, kl. 13.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók
  2. Gjøgnumgongd av svari frá Mentamálastýrinum og umrøða av ummæli til fíggjarnevndina.

Fundur lokin kl. 11.05.

Sjúrður Rasmussen
skrivari