Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

2. fundur

Mikudagur 17. oktober  2001

kl. 10.00

Ár 2001, mikudagin hin 17. oktober 2001, kl. 10.00, var fundur í mentanarnevnd Løgtingsins.

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Katrin Dahl Jakobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen
Heðin Mortensen og
Álvur Kirke

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabók
    Gerðabókin frá 1. fundi 10.09.2001 varð góðkend
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá mentannarnevndini
    Nevndin gjøgnumgekk síðu 185-224 á umrøddu øki í fíggjarlógaruppskotinum og setti fram teir spurningar til Mentamálastýrið, sum framganga av nevndarskjali Cd.

Næsti fundur:
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin hin 24. oktober 2001, kl. 9.00, við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 2. fundi 17.10.2001
  2. Ummæli til fíggjarnevndina av táttum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2002, sum snúgva seg um málsøki hjá mentannarnevndini.

 Fundur lokin kl. 12.00

Sjúrður Rasmussen
skrivari