Gerðabók Mentanarnevnd Løgtingsins fyri tingsetuna 2001

1. fundur

Mánadagur 10. september   2001

kl. 14.00

Á fundi vóru:
Jógvan á Lakjuni, formaður
Katrin Dahl Jakobsen, næstformaður
Annita á Fríðriksmørk
Finnur Helmsdal
Jóanis Nielsen og
Heðin Mortensen
Jenis av Rana var ikki á fundi.

Skrivari:
Sjúrður Rasmussen

Til viðgerðar:

  1. Góðkenning av gerðabókum
  2. Gerðabøkur frá 29. fundi 13.06.2001 og 30. fundi 18.06.2001 vórðu góðkendar.

  3. Umrøða av uttanlandskunningarferð hjá mentannarnevndini á heysti 2001

Nevndin gjørdi av at fara á ferð til Stokkhólms og Linkøping at kunna seg um KT útbúgving í Svøríki sbr. framlagdari skrá í døgunum 22.- 25. september 2001.

Nevndin samtykti at kanna, um hon hin 26. september 2001 í Keypmannahavn kann fáa eina frágreiðing um, hvussu danir leggja til rættis skúlagongdina hjá børnum við serligum tørvi, í og uttan fyri skúlaaldur, og hvørjar ætlanir eru fyri framman hesum viðvíkjandi.

Næsti fundur:

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin hin 17.09.2001, kl. 13.00 á Føroya Læraraskúla við hesi skrá:

  1. Góðkenning av gerðabók frá 1. fundi 10.09.2001
  2. Kunning um læraraútbúgving og serundirvísing í Føroyum

Klokkan 13.00 fundur við Paula Nielsen, rektara
Hereftir fundur við Hans Eli Dahl, skúlastjóra á sernámsdeplinum.

 

Fundur lokin kl. 14.55

Sjúrður Rasmussen
skrivari