Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

85. fundur

Týsdagur 2. mai 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 2. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Annita á Fríðriksmørk í skrivi, dagfest 1. mai 2000, sigur frá, at hon tekur sæti aftur á tingi 3. mai 2000, og at Ríkisumboðsmaðurin í skrivi, dagfest 30. apríl 2000, boðar frá, at Hroar Kolmos er settur Ríkisumboðsmaður frá 30. apríl til og við 4. mai 2000.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
    Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Jóanis Nielsen, Óla Breckmann og Jógvan á Lakjuni til §§ 5, 34, 41, 52 og 56 fall 8-1-22. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-1.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
    Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm, Hildur Patursson, Katrin Dahl Jakobsen og Finni Helmsdal til heiti fall 15-1-16. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Sámal Petur í Grund, Óla Breckmann og Jógvan á Lakjuni til § 5 fall 9-1-22. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    §§ 1, 2 og 3 samtyktar 30-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
    Ríkislógartilmæli samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað.
    Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".
    Ríkislógartilmæli samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. Eyðun Elttør, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-32/1999, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 9 fyri ár 2000.
    Málið avgreitt.
  10. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-33/1999, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 6 fyri ár 2000.
  11. Framløga

    Formaðurin boðaði frá, at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg, nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg, nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna, nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna og nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg, nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri og nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000 og nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp, og at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 78/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 3. mai 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-9/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Húsalánsgrunnurin, Íbúðargrunnurin og Bjálvingastuðulslánsgrunninurin 1998.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-10/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Sjónvarp Føroya 1998.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-11/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Landsroknskapirnir 1995-1998.
  4. Svar upp á fyrispurning nr. 100-30/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarmøguleikum hjá sosialt veikum borgarum.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-34/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 8 fyri ár 2000.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-45/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-46/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økispsykiatri í Føroyum.
  8. Svar uppá fyrispurning nr. 100-51/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba.
  9. Framløga

Fundur lokin kl. 15.10.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari