Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

84. fundur

Fríggjadagur 28. apríl 2000

kl. 09.45

 

Ár 2000, fríggjadagin 28. apríl, kl. 9.45, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jóannes Eidesgaard og Jákup Sverri Kass, Karsten Hansen, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".
    Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini samtykt 27-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.
    Uppskot frá Rúnu Sivertsen um at beina málið aftur í nevnd fall 9-1-16. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini til § 48 fall 12-0-15. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 63 samtykt 14-4-9. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-3. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 79/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
    Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. Fundur niðurlagdur kl. 11.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 14.00.

  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða.
    Uppskot til samtyktar samtykt 19-1-0.
    Málið avgreitt.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferandi fiskastovnum.
    Uppskot til samtyktar samtykt 24-1-1.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 94/1999: Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir.
    §§ 1 – 11 fullu 12-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  9. 2. viðgerð av tingmál nr. 96/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins.
    Uppskot til samtyktar fall 5-2-18. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum í nevndini fall 10-2-15. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til §§ 1, 3, 4, 5, 6, 7, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16 og 17 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
    Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til §§ 1, 2, 3, 4, 5, 7, 8, 11 og 12 samtyktar 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-31/1999 frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskap móti kvinnum.
  13. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu og nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer".

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 2. mai 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling"
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri fiskiídnað og havbúnað
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder over luftfartøjer"
  9. Svar upp á fyrispurning nr. 100-32/1999 til Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum, frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 9 fyri ár 2000
  10. Svar uppá fyrispurning nr. 100-33/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi játtan og nýtslu § 6 fyri ár 2000
  11. Framløga

 Fundur lokin kl. 17.10.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari