Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

82. fundur

Fríggjadagur 14. apríl 2000

kl. 10.00

Ár 2000, fríggjadagin 14. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Marjus Dam og Finnbogi Ísakson, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  4. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-7/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir.
                                Fundur nirðurlagdur kl. 12.05.
                                Fundur uppafturtikin kl. 13.30
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni (Høgna Hoydal), landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-50/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum skiparum á donskum skipum, fyrispurning nr. 100-51/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba og fyrispurning nr. 100-52/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunning um eitt møguligt fullveldi.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 26. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, leggur fram tingmál nr. 101-8/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá landsstýrismanninum í vinnumálum um framtíðar landbúnað
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-50/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyskum skiparum á donskum skipum
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-51/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba
  4. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-52/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi kunning um eitt møguligt fullveldi
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð
  6. 3. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna
  7. 3. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  8. 3. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
  9. 3. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
  10. 3. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu
  11. 3. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
  12. 3. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
  13. 3. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð
  14. 3. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
  15. 3. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn
  16. 3. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"
  17. 3. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg
  18. 3. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber"
  19. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni (Høgna Hoydal), landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.
  20. 1. viðgerð av tingmáli nr. 103/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn
  21. 1. viðgerð av tingmáli nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF
  22. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000
  23. Framløga

 Fundur lokin kl. 18.00

Eyðun Viderø
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari