Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

81. fundur

Hósdagur 13. apríl 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 13. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jenis av Rana og Marjus Dam, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Formaðurin boðaði frá, at Ríkisumboðsmaðurin í skrivi, dagfest 12. apríl 2000, sigur frá, at Hroar Kolmos, fulltrúi, er settur Ríkisumboðsmaður frá 13. til 25. apríl 2000, báðir dagar íroknaðir.

 

Til viðgerðar:

  1. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispuringi nr. 100-25/1999 frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini.
    Málið avgreitt.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
    Ríkislógartilmæli samtykt 17-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini til skjal 1, § 40, samtykt 18-12-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 18-0-12.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini til skjal 1, §§ 23 og 37 og "Bilag 1" samtykt 18-12-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 18-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp.
    Málið beint í mentanarnevndina.
  6. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 103/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn, at løgmaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 104/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av tilmæli frá 16. mars 2000 frá heilsufrøðiliga undirbólkinum Føroyar-EF, og at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-9/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2000. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at tingmálini nr. 103/1999, nr. 104/1999 og nr. 1-9/1999 kunnu leggjast fram og fáa viðgerð: Eyðun Viderø, Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Signar á Brúnni, Heini O. Heinesen, Hildur Patursson, Heðin Mortensen, Lisbeth L. Petersen, Jóanis Nielsen, Katrin D. Johansen, Sámal Petur í Grund, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen , Jógvan Durhuus, Alfred Olsen, Edmund Joensen og Vilhelm Johannesen.

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-47/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi, fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar og fyrispurning nr. 100-49/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 14. apríl 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-47/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann í vinnumálum, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-48/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi landsstýriskunngerðum í sambandi við nýggju kirkjulógirnar
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-49/1999 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyingum, sum lesa í Danmark
  4. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-7/1999: Frágreiðing sambært grein 51, stk. 4, í tingskipanini frá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir
  5. Svar upp á fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni (Høgna Hoydal), landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju fólkaskúlalógini.
  6. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 17.15 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari