Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

80. fundur

Mikudagur 12. apríl 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 12. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Marjus Dam, løgtingsmaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi økispsykiatri í Føroyum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini).
    Broytingaruppskot frá rættarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 65/1999: Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu.
    §§ 1 – 7 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.
    Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 8 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
    Uppskot til samtyktar samtykt 15-2-12.
    Málið avgreitt.
  8. 2. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
    Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 25-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  9. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Broytingaruppskot frá trivnaðarnevndini til § 2 samtykt 23-1-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  10. 2. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til § 1 samtykt 16-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  11. 2. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  12. 2. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  13. 2. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
    §§ 1 – 5 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  14. 2. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  15. 2. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 13. apríl 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Svar upp á fyrispuring nr. 100-25/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber"
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 102/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp
  6. Framløga.

 Fundur lokin kl. 16.55 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari