Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

74. fundur

Týsdagur 28. mars 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 28. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Jógvan Durhuus, løgtingsmaður, og Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.

Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 28. mars 2000, har løgmaður gjørdi Løgtinginum kunnugt, at løgmaður í dag hevur loyst Signar á Brúnni úr embæti sínum sum landsstýrismaður, og skriv frá Signar á Brúnni, landsstýrismanni, til løgmann, dagfest 28. mars 2000, har Signar á Brúnni biður um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður fyribils, meðan ein óheft meting verður gjørd av frágreiðing løgtingsgrannskoðaranna. Samstundis boðar Signar á Brúnni frá, at hann í meðan tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

  1. Val av serligari nevnd til viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 13.50.
    Fundur uppafturtikin kl. 14.00.

    Valdir vórðu formanskapur tingsins, Finnur Helmsdal, Jógvan á Lakjuni, Jóannes Eidesgaard, Lisbeth L. Petersen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana.

  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    §§ 1 og 2 samtyktar 16-0-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum (Vilhelm Johannesen) til § 1 fall 13-0-17. Broytingaruppskot frá samdari nevnd til § 2 samtykt 23-7-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-1-14. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum (Henrik Old og Dan R. Petersen)  til § 1 samtykt 16-1-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  8. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-27/1999 frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattligu viðurskiftunum hjá sjómonnum við útlendskum skipum.
    Málið avgreitt.
  9. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima og nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-30/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarmøguleikunum hjá sosialt veikum borgarum og fyrispurning nr. 100-31/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 28. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-30/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi bústaðarmøguleikunum hjá sosialt veikum borgarum.
  3. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-31/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi harðskapi móti kvinnum.
  4. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.05.  

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari