Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

72. fundur

Fríggjadagur 24. mars 2000

kl. 09.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 24. mars, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Hergeir Nielsen, landsstýrismenninir Finnbogi Arge og Eyðun Elttør og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 26-0-0.Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.
    Uppskot til samtyktar fall 5-0-22. Málið sostatt fallið.
    Málið avgreitt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin).
    §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið beint í rættarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
    Málið beint í vinnunevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
    Málið beint í serliga nevnd.
  9. Framløga
  10. Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti og nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.

Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin í skrivi, dagfest 24. mars 2000, hevur tikið løgtingsmál nr. 95/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski aftur.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 24. mars 2000, kl. 12.50, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
  3. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 12.45.  

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari