Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
71. fundur |
Mikudagur 22. 2000 |
kl. 13.30 |
Ár 2000, mikudagin 22. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Óli Breckmann, løgtingsmaður, Løgmaður, Finnbogi Arge, landsstýrismaður og
Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-29/1999 til Signar á Brúnni,
landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi nýggju
fólkaskúlalógini.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
69/1999: Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins.
Málið beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 72/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla fyri
fiskiídnað og havbúnað.
Málið beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999:
Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða.
Málið beint í uttanlandsnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 86/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Málið beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
Málið beint í rættarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og
heilsuráði.
Málið beint í trivnaðarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya
Náttúrugripasavn.
Málið beint í mentanarnevndina.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk
ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um
varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.
Málið beint í uttanlandsnevndina.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr.
56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin), nr. 57/!999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr.
77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m. (vegskattalógin) og nr. 85/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m., 1. viðgerð av tingmáli nr.
99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um
fjølmiðlaábyrgdarlóg og 1. viðgerð av tingmáli nr.
76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
Frávik:
Formaðurin bað um frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarfreistunum
millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 56/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin) og nr. 57/1999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskat, soleiðis at
málini kunnu verða avgreidd á tingfundi fríggjadagin tann 24. mars 2000. Samtykt 27-0-0.
Formaðurin boðaði frá, at Javnaðarflokkurin, í skrivi dagfest 22. mars 2000,
hevur tikið løgtingsmál nr. 47/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu aftur.
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 24. mars 2000, kl. 9.00, við
hesi dagsskrá:
2. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
(Ásetingarlógin)
2. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
2. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999:
Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av
almennum partafeløgum.
2. viðgerð av tingmáli nr.
77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av
motorakførum v.m. (vegskattalógin).
2. viðgerð av tingmáli nr.
85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
1. viðgerð av tingmáli nr.
99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um
fjølmiðlaábyrgdarlóg.
1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m.
Framløga.
Fundur lokin kl. 22.55.
Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari