Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

69. fundur

Fríggjadagur 17. mars 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 17. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Rúna Sivertsen, løgtingsmaður, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 80/1999: Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi.

Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

Málið beint í trivnaðarnevndina.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 21. mars 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
    Málini nr. 91, 92 og 93 verða viðgjørd undir einum.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  5. 3. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
  6. Svar upp á fyrispurning nr. 100-14/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-15/1999 til Vibeke Larsen, ríksumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 70/1999: Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Náttúrugripasavn.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði.
  14. Framløga

Fundur lokin kl. 14.40. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari