Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

66. fundur

Týsdagur 14. mars 2000

kl. 09.00

 

Ár 2000, týsdagin 14. mars, kl. 9.00, varð tingfundur settur.

Eyðun Elttør, landsstýrismaður, var ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jenis av Rana, dagfest 14. mars 2000, við umsókn um farloyvi frá 14. til og við 23. mars 2000, og at næsti maður á lista Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Álvur Kirke, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jenis av Rana.

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 12/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 68/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.

    Tingmálini nr. 12, 19 og 68 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. Fundur niðurlagdur kl. 12.20.

    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 77/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (vegskattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 64/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 81/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 85/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Tingmálini nr. 71 og nr. 85 vórðu viðgjørd undir einum.
  11. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður og álit II í tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m. og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 67/1999: Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði, svar upp á fyrispurning nr. 100-14/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum og svar upp á fyrispurning nr. 100-15/1999 til Vibeke Larsen, ríksumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrluflúgving í Føroyum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 15. mars 2000, kl. 9.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 82/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 84/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber".
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 74/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 76/1999: Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð.
  11. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.
  12. 1. viðgerð av tingmáli nr. 98/1999: Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða.
  13. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven".
  14. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.45. 

Finnbogi Ísakson
Løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari