Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

63. fundur

Mikudagur 8. mars 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 8. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen og Jógvan Durhuus, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-8/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
    Málið beint í vinnunevndina.
  5. Karsten Hansen, landsstýrismaður, svaraði fyrispuringi nr. 100-20/1999 frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi serskatting av hjúnum.
    Málið avgreitt.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 9. mars 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 15/1999. Uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-6/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 75/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 95/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski.
    Tingmálini nr. 75 og nr. 95 verða viðgjørd undir einum.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini).
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 78/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 79/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 73/1999:   Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
  9. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 18.15.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari