Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

62. fundur

Týsdagur 7. mars 2000

kl. 13.30

Ár 2000, týsdagin 7. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Jógvan við Keldu, Dan R. Petersen, Jógvan Durhuus, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um innflutning av neytakjøti, og um tiltøk móti rilluskriða.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi skattligu viðurskiftunum hjá sjómonnum við útlendskum skipum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
    Uppskot frá løgmanni o.fl. um at beina málið aftur í nevnd samtykt 14-5-6.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-5/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-7/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fíggjarárið 1998.
    Uppskot til samtyktar samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-6/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  9. 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málið beint í trivnaðarnevndina.
  10. 1. viðgerð av tingmáli nr. 59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
    Málið beint í trivnaðarnevndina
  11. Málini nr. 58 og nr. 59 vórðu viðgjørd undir einum.

  12. Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-21/1999 frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
    Málið avgreitt.
  13. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmál nr. 15/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 8. mars 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. Ófráboðaðir fyrispurningar.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-8/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Apoteksverk Føroya fíggjarárið 1998.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 60/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 62/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 66/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
  6. Svar uppá fyrispuring nr. 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemming Mikkelsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi serskatting av hjúnum.
  7. Framløga.

 Fundur lokin kl. 18.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari