Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

59. fundur

Hósdagur 2. mars 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 2. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jógvan á Lakjuni, Rúna Sivertsen, Ingi Olsen, Jógvan við Keldu, Hans Pauli Strøm, Dan R. Petersen, Jóannes Eidesgaard, Alfred Olsen, Marjus Dam, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen, Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispuring nr. 100-25/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi DEMM-skipanini og Innkrevjingardeildini.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-5/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-7/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum, 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður og svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógavn á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 3. mars 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá: 

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 22/1999: Uppskot til løgtingslóg um skipa- og vørugjøld.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-6/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógavn á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
  7. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 16.30. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari