Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

57. fundur

Fríggjadagur 25. februar 2000

kl. 11.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 25. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óli Breckmann, Ingi Olsen, Jenis av Rana, Marjus Dam og Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Karsten Hansen og Finnbogi Arge, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-2.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-17/1999 frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

 

Formaðurin boðaði frá, at Katrin Dahl Jakobsen, vegna Javnaðarflokkurin, í skrivi dagfest 25. februar 2000, hevur, sambært § 55 í tingskipanini, tikið tingmál nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang, aftur.

Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-24/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 29. februar 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-24/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, viðvíkjandi bensin- og dieselavgjøldum.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin).
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 57/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-1/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 12.55.  

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari