Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

56. fundur

Hósdagur 24. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 24. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun viderø, Jógvan á Lakjuni, Óli Breckmann, Jóannes Eidesgaard og Annita á Fríðriksmørk, Anfinn Kallsberg, løgmaður, landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-1/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998.
    Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 25. februar 2000, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  3. Svar uppá fyrispurning nr. 100-17/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum.
  4. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.15.

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari