Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
55. fundur |
Mikudagur 23. februar 2000 |
kl. 13.30 |
Ár 2000, mikudagin 23. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Óli Breckmann og Marjus Dam, landsstýrismenninir Eyðun Elttør og
Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
§§ 1 og 2 samtyktar 22-0-3.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av
kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
§§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-2/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998.
Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-3/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998.
Uppskot til samtyktar samtykt 24-0-0.
Málið avgreitt.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-4/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið
1998.
Uppskot til samtyktar samtykt 21-1-0.
Málið avgreitt.
- Finnbogi Arge, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-19/1999
frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
Málið avgreitt.
Fundur niðurlagdur kl. 15.50.
Fundur uppafturtikin kl. 15.55.
- Signar á Brúnni, landsstýrismaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-18/1999
frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
Málið avgreitt.
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit tingmálunum nr.
39/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu
fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
og nr. 40/1999:
Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m., og at
trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 48/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar
pensjónistar v.fl.
Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 24. februar 2000, kl. 13.30, við
hesi skrá:
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-1/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Útvarp Føroya fíggjarárið 1998.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 54/1999:
Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 55/1999:
Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 17.15
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivari