Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

54. fundur

Týsdagur 22. februar  2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 22. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Aðalorðaskifti um tingmál nr. 101-6/1999: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 11.22.
    Fundur uppafturtikin kl. 11.28.
    Fundur niðurlagdur kl. 11.30.
    Fundur uppafturtikin kl. 13.30.

    Málið avgreitt.

  3. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Marjus Dam, vegna Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 54/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, og at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 55/1999: Uppskot til løgtingslóg um vatnið í sumbiarbergholinum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 23. februar 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 37/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-2/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-3/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-4/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið 1998.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
  8. Framløga.

Fundur lokin kl. 18.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari