Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

52. fundur

Mikudagur 16. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 16. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Heini O. Heinesen, løgtingsmaður og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-23/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni viðvíkjandi tunfiskaloyvum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  3. Finnbogi Arge, landsstýrismaður, legði fram tingmál nr. 101-6/1999: Frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.
    Málið beint í vinnunevndina.

Tikið av dagsskrá:
Svar uppá fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 17. februar 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 1-7/1999: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2000.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-2/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Menningargrunnur Ídnaðarins fíggjarárið 1998.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-3/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Ídnaðargrunnur fíggjarárið 1998.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-4/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Íleggingargrunnurin fyri Føroyar fíggjarárið 1998.
  5. Svar uppá fyrispurning nr. 100-18/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, um Skúlan á Trøðni og Sernámsdepilin.
  6. Svar uppá fyrispurning nr. 100-19/1999 til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, viðvíkjandi barnsburðargrunni.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.35. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari