Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

50. fundur

Hósdagur 10. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, hósdagin 10. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Eyðun Viderø, løgtingsmaður, løgmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
    Málið avgreitt.
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0.
    Málið avgreitt.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".
    Uppskot frá Jenis av Rana o. fl. um at beina málið aftur í nevnd samtykt 24-1-4. Málið beint aftur í trivnaðarnevndina.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
    §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
    §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 15. februar 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
  7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
    Málini nr. 29, 30, 31, 32, 33, 34 og 48 verða viðgjørd undir einum.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 16.15. 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari