Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

49. fundur

Mikudagur 9. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 9. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Eyðun Viderø, Jenis av Rana og Páll á Reynatúgvu og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
    Málið beint í rættarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
    Málið beint í rættarnevndina.

    Málini nr. 50 og nr. 51 vórðu viðgjørd undir einum.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 10. februar 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
  2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll.
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum.
  9. Framløga.

 Fundur lokin kl. 17.00 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari