Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

48. fundur

Týsdagur 8. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, týsdagin 8. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Marjus Dam og Finnur Helmsdal og landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Finnbogi Arge vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jógvan við Keldu, dagfest 8. februar 2000, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Jógvan Lützen, ið áður hevur verið á tingi, skal taka sæti fyri Jógvan við Keldu.

Skriv frá Jákup Suna Joensen, dagfest 5. februar 2000, við umsókn um farloyvi frá 8. februar 2000, og at næsti maður á lista Fólkafloksins í Norðstreymoyar valdømi tekur sæti á tingi. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Fólkaflokkin í Norðstreymoyar valdømi. Bjarni Djurholm mælti til, vegna seg sjálvan, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen, at Ingi Olsen tekur sæti á tingi fyri Jákup Suna Joensen. Samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
    Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til §§ 4 og 13 samtykt 28-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
    §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
    §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  5. Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurningi nr. 100-16/1999 frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini.
    Málið avgreitt.
  6. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 29/1999: Uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, nr. 31/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg og nr. 32/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg, at Edmund Joensen, vegna Samdandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 52/1999: Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um privatisering av almennum partafeløgum, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 45/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll og nr. 46/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald, og at trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í timgmáli nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling".

Tikið av dagsskrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna og 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 9. februar 2000, kl. 13.30, við hesi skrá:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin).
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.
    Málini nr. 50 og nr. 51 verða viðgjørd undir einum.
  4. Framløga.


Fundur lokin kl. 15.45

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari