Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

47. fundur

Fríggjadagur 4. februar 2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 4. februar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, Finnbogi Arge, landsstýrismaður, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
  2. Fundur niðurlagdur kl. 10.10.
    Fundur uppafturtikin kl. 10.20.

    Broytingaruppskot frá Annitu á Fríðriksmørk, Jógvan á Lakjuni, Sámal Petur í Grund og Hergeir Nielsen til § 3 samtykt 16-15-1. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 27-4-1.
    Málið avgreitt.

  3. 3 . viðgerð av tingmáli nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.
    Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-1-0.
    Málið avgreitt.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 30/1999: Uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum v.m., nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna, nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna og nr. 48/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmál nr. 49/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin), og at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 50/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at taka av ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg og nr. 51/1999: Uppskot til samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd.

 

Tikið av dagsskrá:

2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin), 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 8. februar 2000, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
    Tingmálini nr. 33 og 34 verða viðgjørd undir einum.
  7. Svar uppá fyrispurning nr. 100-16/1999 til Anfinn Kallsberg, løgmann, frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini.
  8. Framløga.

 Fundur lokin kl. 13.20 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari