Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

46. fundur

Mikudagur 2. februar 2000

kl. 13.30

 

Ár 2000, mikudagin 2. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, landsstýrismenninir Signar á Brúnni og Helena Dam á Neystabø, og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
    Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
    Broytingaruppskot frá minnilutanum Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen til § 15 í fylgiskjali B fall 11-1-19. Broytingaruppskot frá minnilutanum Alfred Olsen, Henrik Old og Katrin Dahl Jakobsen til § 3 fall 14-0-19. §§ 1 – 4 samtyktar 22-7-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.
    Broytingaruppskot til §§ 1, 7 og 9 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  4. Framløga.

    Formaðurin boðaði frá, at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin), nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. og nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 4. februar 2000, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/1999: Uppskot til løgtingslóg um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.
  2. 3 . viðgerð av tingmáli nr. 18/1999: Uppskot til løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund.
  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 28/1999: Uppskot til løgtingslóg um álíkning, innkrevjing, eftirlit o.a. í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirksemi. (Kolvetnisskattafyrisitingarlógin).
  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  7. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.20 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari