Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

41. fundur

Fríggjadagur 21. januar  2000

kl. 10.00

 

Ár 2000, fríggjadagin 21. januar, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Tórbjørn Jacobsen, Vilhelm Johannesen, Jógvan við Keldu, Henrik Old, Jenis av Rana og Heðin Mortensen, landsstýrismenninir Signar á Brúnni, Jørgen Niclasen, Helena Dam á Neystabø og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 15/1999: Uppskot til samtyktar um góðkenning av millumlanda sáttmála frá 4. apríl 1997 um mannarættindi og lívlæknafrøði.
    Málið beint í uttanlandsnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999:Uppskot til løgtingslóg um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
    Málið beint í fíggjarnevndina.

    Løgtingsmálini nr. 39 og 40/1999 vórðu viðgjørd undir einum.
  4. Val av nevnd sambært § 25 í tingskipanini til viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
    Nevndin varð sett við formansskapinum og einum umboði fyri hvønn flokk. Sostatt vórðu vald:
    Finnbogi Ísakson, Eyðun Viderø, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen, Annita á Fríðriksmørk, Rúna Sivertsen, Hans Pauli Strøm, Alfred Olsen, Sámal Petur í Grund og Jenis av Rana.
  5. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmálini nr. 41/1999: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m., nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt. og nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m. Fíggjarnevndini legði fram álit í løgtingsmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.

Tikið av skrá:

Løgtingsmál nr. 38/1999: Uppskot til løgtingslóg um skyldu arbeiðsgevaranna at boða løntakarunum frá um setanartreytir teirra.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður týsdagin 25. januar 2000, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 36/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógini fyri Føroyar um rættargang.
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/1999: Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar v.m.
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt.
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 43/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
  7. Svar upp á fyrispurning nr. 100-12/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyribyrging móti tubaksnýtslu.
  8. Framløga.

 

Fundur lokin kl. 12.10

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari