Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

35. fundur

Hósdagur 16. desember  1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, hósdagin 16. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.  Munnligir fyrispurningar.

2. 
2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.

    Fundur niðurlagdur kl. 12.05.
    Fundur uppafturtikin kl. 14.00.
    Fundur niðurlagdur kl. 17.00.
    Fundur uppafturtikin kl. 17.15.

    Broytingaruppskot minnilutans til § 1 varð tikið aftur.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 5.5.34.2.05 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 5.5.34.4.34 varð tikið aftur.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 5.5.35.1.04 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 6.6.37.5.04 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 6.6.38.1.07 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 6.6.38.1.14 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 6.6.38.2.01 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 6.6.38.2.02 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot frá Hergeir Nielsen, Jenis av Rana, Kára P. Højgaard, Jógvan við Keldu, Marjus Dam og Jóannes Eidesgaard til § 7 samtykt 23-5-4.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 7.7.23.1.04 fall 14-1-17.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 7.7.23.3.01 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 7.7.23.3.25. fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 7.7.24.3.24 samtykt 17-0-15.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 7.7.24.4.01 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.20.3.15 fall 15-0-17.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.20.3.04 og § 8.8.20.3.10 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.20.4.01 fall 16-0-16.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.1.19 fall 14-1-17.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.1.22 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.6.01 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.6.07 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.7.07 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 8.8.21.8.01 fall 14-0-18.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 10.10.11.1.01 fall 13-0-19.
    Broytingaruppskot minnilutans til § 20 fall 13-1-18.
    Broytingaruppskot meirilutans til §§ 1, 2, 3, 5, 6, 7, 8, 9, 10 og 20 samtykt 19-13-0.
    Broytingaruppskot frá samdari nevnd til §§ 3, 5, 6, 7, 8 og 20 samtykt 32-0-0.
    Uppskotið soleiðis broytt samtykt 20-12-0.
    Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

    3. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 20/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om patienters retsstilling", og at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 16/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning, nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging. og nr. 24/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.

Formaðurin boðaði frá fyrispurningum nr. 100-14/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum og nr. 100-15/1999 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin 20. desember 1999, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-14/1999 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum.
  2. Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-15/1999 til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann, frá Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tyrlutilbúgving í Føroyum.
  3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
  4. 3. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1999: Eykafíggjarlóg 1999.
  5. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagstudning.
  6. 2. viðgerð av tingmáli nr. 23/1999: Uppskot til løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging
  7. 2. viðgerð av tingmáli nr. 24/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi.
  8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann.
  9. Framløga.

Fundur lokin kl. 17.55

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
Skrivari