Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

34. fundur

Týsdagur 14. december 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, týsdagin 14. desember 1999, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Signar á Brúnni og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

Skriv frá Vilhelm Johannesen, dagfest 13. desember 1999, við umsókn um farloyvi, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins í Norðoya valdømi tekur sæti á tingi. Næstvaldi er Mamy Dahl Sørensen, ið áður hevur verið á tingi, men sambært fráboðan frá Landsfólkayvirlitinum hevur Mamy Dahl Sørensen bústað í Danmark. Formaðurin heitti á løgtingsmenninar Bjarna Djurholm, Páll á Reynatúgvu og Hergeir Nielsen um at kanna valbrøvini fyri Javnaðarflokkin í Norðoya valdømi. Hergeir Nielsen mælti til, vegna seg sjálvan, Bjarna Djurholm og Páll á Reynatúgvu, at Torleif Sigurðsson tekur sæti á tingi fyri Vilhelm Johannesen.

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu

Til viðgerðar:

  1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-6/1999: Eykafíggjarlóg 1999.
    Uppskotið samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 26/1999: Uppskot til løgtingslóg um flyting av veðhaldi fyri lánum hjá Telefonverki Føroya Løgtings.
    Málið beint í fíggjarnevndina.
  3. Framløga.
    Formaðurin boðaði frá, at Jenis av Rana, løgtingsmaður, vegna Miðflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 27/1999: Uppskot til løgtingslóg um Løgtingsins umboðsmann og at fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin 16. desember 1999, kl. 10.00, við hesi skrá:

  1. Munnligir fyrispurningar.
  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 1-1/1999: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2000.
  3. Framløga.

Fundur lokin kl. 15.05 

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari