Gerðabók Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999

19. fundur

Mikudagur 27. oktober 1999

kl. 13.30

 

Ár 1999, mikudagin 27. oktober, kl. 13.30, var tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Signar á Brúnni, Eyðun Elttør og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.

 

Til viðgerðar:

  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 5/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov nr. 359 af 2. juni 1999 om undersøgelse af politiets efterretningsvirksomhed på det politiske område og af de aktiviteter, der var baggrund for denne virksomhed".
    Málið beint í rættarnevndina.
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 10/1999: Uppskot til løgtingslóg um íløgugrunn til endurnýggjan av veiðiflotanum.
    Málið beint í vinnunevndina

Tikið av dagsskrá:

Svar uppá fyrispurning nr. 100-9/1999 til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, viðvíkjandi psykiatrisku viðurskiftunum á Landssjúkrahúsinum.

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.

Fundur lokin kl. 16.50

Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari